Tey Av Kamarinum - Fagra Blóma

Tóki Brattalíð
Tóki Brattalíð
9.5 هزار بار بازدید - 8 سال پیش - Orð: Poul Frederik Joensen1. Fagra
Orð: Poul Frederik Joensen

1. Fagra blóma tú sum prýðir
fjallatindar berg og skørð,
bø og ong og grønar líðir,
hvat er fagrari á jørð?
Eina blómu tó eg kenni,
fagrast hon av øllum er,
sjálvt ei rósan líkist henni,
tað er hon eg valdi mær.

2. Blómur spretta móti vári,
følna, tá ið heystið er,
mín, hon blóma man alt árið,
um so kalt og kavið er. –
Einaferð hon bert kann blóma,
følnar hon, eg følni við.
Fylgja skal eg blómu míni,
til tann síðsta hvíldarfrið.
8 سال پیش در تاریخ 1395/08/28 منتشر شده است.
9,593 بـار بازدید شده
... بیشتر